So herfyri tók eg meg saman viðvíkjandi mín neglum! Tær vóru ein katastrofa! Eg skuldi bara hyggja at teimum, so brótnaðu tær :(
Ikki tí at eg eri ekspert í negl umráðinum, men eg royni at gera mínar negl sterkari og longri.
Hetta er tað eg gjørdi, fyri at fáa sterkari negl.
- Fíla neglirnar hvørja viku. Eg eri ikki von við at fíla mína negl. Eftir bara 1 fer, legði eg merki til, at tær hildu longur. Eg var so glað :D
- bloyt í heitum vatni fyri at gera neglabondini bleyt.
- Olju til neglabondini
- trýst neglabondini aftur
- Smyr hendurnar (eg brúki Camferinakrem fyri 16,95 kr)
- lakkera neglirnar
- Drekk mjólk
Dr. Neil Schultz sigur hetta um negl. Ringt fyri neglirnar er at brúka ov ofta neglalakksfjernara! Tú skuldi helst ikki brúkt hann meir enn 2 ferir um mánaðin, helst 1 fer um mánaðin.
Ynskir tú langar negl "skjótt", er einki at gera, tí at tað ber ikki til.
Fyri fleiri árum síðani, fann eg útav at virkaði sum, um at neglirnar vuksu skjótari við at ganga við ella sova við hanskum á.
Mostur mín gekk altíð við eini neglafíl og eg helt tað vera so snobbut ;) men nú skilji eg hví :D
Niðurstøðan er tann, at eg havi funnið útav, at tað hjálpur at fíla neglirnar hvørja viku og eg royni at leggja neglalakk á til tíðir :D Eg dámi tíverri ikki mjólk, so tað er 1 minus fyri meg (uttan í the og kaffi)... men eg eti ost ;)
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
P.S. Nú á døgum kann ein finna allan "lort" á youtube. Sumt av tí kann vera eina hjáp.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar