09 november 2011

Ein hugnaligur dagur við familju í viðalundini

Ein sunnudagin herfyri ringdi Malan (kona svág) tíl mín, fyri at vita, um vit vóru inni og um eg kundi taka myndir av børninum. Vit avtalaðu at møtast uttan fyri EFFO, tí so fóru vit í viðalundina, har eg kundi taka myndir av teimum. Eisini fekk eg tikið familju mynd av teimum :D langt um leingi :/
Veðrið var lekkurt og natúran er ein deilig bakgrund, men tað var 1 sindur myrkt í veðrinum...

Her eru nakrar myndir.



Eg klári ikki at lata verað við at takað natúrmyndir. Eg haldi, at tað er so vakurt :D
Tílíkar myndir eru ikki tær mest áhugaverdar at hyggja at, men tað "sag og behag", right?




































Aftaná fóru vit øll úr kuldanum og niðan til okkara, har eg gjørt okkum lekkurt klárt :D
Tá ið ein fær vitjan, er tað gott at hava okkurt at bjóða teimum, og heppin var eg, at eg átti alt inni til uppskriftina uppá Amerikanskar pannukøkur  og eg hevði gjørt <3-forma smákøkur :D 
Uppskriftina uppá pannukøkurnar fekk eg í fjør summar frá einum fittum avloysara í arbeiðinum, sum dámdi væl at bakað.
<3-formaðu smákøkurnar fekk eg uppskriftin úr eini bók av býarbókasavninum. 




All in all, ein hugnaligur dagur :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D

@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar