Flest fólk fáa lita sær hári. Grundirnar kunnu vera fleiri, men tað fari eg ikki inn í...
Eg má siga, at eg eri kend millum míni fyri at skifta lit og stíl ofta, tá ið tað kemur til mítt hár. Tó ikki í tað dramatiska, men eg tími ikki at hava tað sama sum fleiri onnur. Summi kenna meg ikki aftur hehe... What can I say? I like change :D
Mín egna hárlit leggi eg ikki nógv í! Eg síggi grønt, tá eg síggi mín hárlit, so nei takk! Tú hugsar sikkurt:"Grønt??!" Jaaa! GRØNT! Havi grønt sker í hárinum. Spyr mína hárfrisør...
Seinastu viku var eg hjá frisør. Tað trondi til ein umgang hehe... Hári var voksi nógv út og tað var nógvur munur á mínum egna hárliti og tí litinum, sum eg havi í. Eisini hugsaði eg, at eg skuldi hava okkurt øðrvísi. Hevði brúk fyri broyting...
Eg fekk íblásur langt síðan frá videoløgnum "Why Don´t You Love Me?" hjá Beyonce og "Born This Way" hjá Lady Gaga og segði við meg sjálva, at tílíkan frunt vil eg hava! :D
Eg hevði ynskt, at eg var djarvari, tí so hevði frunturin verið enn stytri... Frisørlærlingurin helt, meg tora heilt ólukksáliga (fyri at siga tað pent) væl at fáa hann kliptan so stuttan frunt hehe :)
Tó hugsi eg, at tað má vera ein grund til, at ein hevur tann hárliti, sum ein hevur. Man tað ikki vera, tí at ein klæðir hann best?
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar