Summar dáma betur enn aðrar at gera meir burtur úr sær sjálvum og tað er einki gali við at gera just tað... men máti skal vera við, haldi eg!
Í eina tíð havi eg verið meir áhuga, enn vanligt, í make-up og av tí at eg havi turrað húð, eri eg farin beint eftir foundation og hvussu ein kann leggja tað á andliti.
Eg havi kannað tað nærmari og úrsliti er, at tað eru fleiri møguleikar. Eg havi ognar mær 2 sløg av bustum, svamp og so kann ein eisini brúka sínar hendur.
Fleiri sløg av foundation eru eisini, og summ i tól riggar betur enn onnur.
Mær dámar minst at brúka svamp og foundationbust, tí at eg føli, at tað gevur strípur.
Besta úrslit hjá mær, er við at brúka hendurnar ella eina stippling brush. Um eg leggi foundationi hjá Make-Up Store, so brúki eg hendurnar. Um eg leggi mítt yndis founadtion á, sum er Elizabeth Arden Mousse, brúki eg stippling brushina.
Laura Mercier bustina keypt eg á ebay fyri einari tíð síðan, og kostnaðurin var umleið 150-170 kr við frakt . Tey hvítu hárini eru til at leggja foundaton á við og tey svørtu smyrja tað út. Hon leggur foundationi lætt á og úrsliti sær "airbrushed" út :D
Sum tú sær, er hon slitin og væl brúkt. Eg hevði nokk ikki keypt akkurát hesa bustina aftur, tí at hárini knekka av :(
Um tú ætlar at ognar tær eina tílíka, hevði eg ikki keypt á netinum og fingið sent heim, vegna toll og annað pissi hamrandi irriterandi!!! Don´t get me started!
Best er at senda hana til onkran í útlandinum ella bíða til tú sjálv fert til útlandi.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Hey Ann,
SvarSletFínur bloggur:)
Hvat er ein góð foundation? eg nýti Dior, men hon blívur turr við tíðini, annars er hon sera drúgv - hevur tú eitt gott uppskot? Moss
Eg hugsi, at foundationi hjá tær er bara blivi gamalt Moss...
SvarSletAnnars skuldi Dior verið ordla gott :) Eg fekk lagt Dior á meg 1 fer í Matas og dámdi væl.
Tað velst eisini av, hvussu húðini er hjá tí einstaka.