Nakrar ferir um ári fái eg blaðið Isabellas við posti og tá eg fái tað innum hurðina, kann eg sita leingi og granska tað. So 1 kvøldi sat eg og blaðaði í tí og kom fram á hesa uppskiftina og hugsaði, at eg ongantíð hevði gjørt nakran uppskrift uppá snaps. So tað fór at eg royna..
Eg brúkti:
3 perur
4 stengur kanel
1/2 stong vaniljusukur
2 tsk korianderfrø
1 1/2 tsk sukur
1 litur snaps ella vodka
Eg var so spent og tímdi illa at bíða! :P So eftir nógvar vikur av at ryst og hugt uppá krukkuna í køliskápinum, kunnu vit endiliga smakka okkum á :p
Fløskuna tóku vit fram á valkvøldinum ;) 2 grannar kom framvið og teir fingu eisini smakka á og øll dámdu hann væl :D Tó hildu teir hann vera 1 sindur jólaligur. Tað kann allarhelst hava verið kaneli...
Konsistensurin var 1 sindur tjúkkur, vegna mangul av vodka, sum gjørdi at hann var søtur og kendist 1 sindur sum likørur.
Fløskuna keypti eg hjá Tinghúsinum á Hjalla fyri umleið 1 ári síðan :)
Niðurstøðan er tann, at eg aftur fari at gera hendan perusnapsin. Helst til jólaborðhaldi saman við Hugnabandanum o.ø. í des, um eg klári tað :D
Hopi, at tú roynur hetta og góða eydnu :D So skál :p
Takk fyri, at tú læs mín blogg og gott vikuskifti :D
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar