02 november 2011

Tað reina luxus til andlitið

Herfyri vóru Tina og eg í SMS til Móta & Vælvera ´11. Har var nógv ymiskt at hyggja eftir, lurta eftir , fáa gjørt, goody bags og tilboð frá fleiri handlum...
Eg hevði sett meg fyri, at eg vildi gjarna blíva sminka hjá The Body Shop, fyri at vita, um ikki har ER fyri meg, vegna mín húð... meen har vóru so nógv fólk, at eg droppaði tað. 
Síðani fóru vit niðurundir í Matas elle Heilsu (veit ikki, hvussu tað eitur nú), tí at eg hevði hug at fáa viðgjørt og fáa ráð um mínar negl, men ístaðin spurdi eg, um ein kundi blíva sminkaður. YES, tað kundi ein! :D Tað gleddi meg til :D Daman (fyri ikki, at siga gentan, tí at hon var í hussu so er yngri enn eg) byrjaði við at leggja eina masku frá DIOR á meg, fyri at geva húðini 1 sindur av fukt. Hareftir legði hon foundation á meg, eisini frá DIOR. Blush og eygnaskuggar eisini, men tað var eg ikki serliga áhuga í, tí at eg havi brúk fyri vitan um serliga foundation, sum ein trupulleiki hjá mær. 
Daman, sum sminkaði mær var fitt og gav góð frá. Hon sá væl, hvussu turra húð eg havi, tí legði hon hasa maskuni frá DIOR á. Hon segði seg eisini at hava turra húð, sum eg slett ikki sá á henni... I wonder what her secret is..? Kanska eg skuldi fari oman at vitja hana aftur ;)
Av tí at hon legði foundation og maskuna á, kundi eg ikki vita, hvussu hvør vøra var á mær, tí fekk eg ein testa av andlitsmaskuni og av foundation við heim :D


Eg fór í gongd við at brúka maskuna beinan vegin. Hon bað meg strekkja testarin út til nakrar dagar og leggja hana á hvørt kvøld, áðrenn eg fór í song og sova við henni á í 1 viku.
Eftir bert 1 nátt við maskuni á, sá eg mun og má siga: OMG!!  (sum tey ungu siga) Úrsliti var fantastiskt!! :D Eg var so bilsin av hesum! :D Hesa masku vildi eg hava! :D
Eg eri ikki von við at keypa merkivøru, tí at eg krevji so nógv og ofta, at tað loysur seg ikki hjá mær. So havi eg næstan ikki ráð til nakað annað restina av mánainum... 



Ná, men aftur til, tá vit vóru í Matas/Heilsa. 
Eftir sum eg var har, spurdi eg bara um kostnaðin á maskuni. Tá ið eg fekk at vita hann, hevði eg bara hug at siga: "F**K also!!" Segði tað tó ikki hehe...  
Fy for heitasta, eg havi ikki vita tílíkt! 399 kr fyri ein tílíkan dunk! DIOR er 1 durt merki, men eg visti ikki, attað er so durt :(





























So eg má bara droyma, at eg finni eina líka góða, bara bíligari, tá vit fara uttanlanda, tí at hasa frá Matas/Heilsu fari eg ikki at keypa! :( 
Tað loysur seg heldur ikki at keypa via www.ebay.com, tí tað kemur gatt tollur á!! :@

Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D 

@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar