Ein dagin fekk eg eitt maskara frá einari fantastiskari konu og tað var ikki eitt og hvørt maskara, men DIOR! "Wow!" hugsaði eg beinanvegin, tí at eg kundi ímyndað mær, at tað var dýrt. Men hin vegin hugsaði eg: "mítt fyrsta Dior maskara!" :)
Eg minnist, at sysknabarni hjá mær hevði gloymt sítt eftir heima, eftir at hon var farin til Dk aftur og hon var so kedd. eg hugsaði: "Er hatta maskaraði so gott?"...
Eg minnist, at sysknabarni hjá mær hevði gloymt sítt eftir heima, eftir at hon var farin til Dk aftur og hon var so kedd. eg hugsaði: "Er hatta maskaraði so gott?"...
Bustin er av gummi, greiður væl og skilur vippurnar sundur, og tað dámar mær væl :)
Eg vildi tí aftur vísa tær, hvussu effektiv hetta er. Tað eitur DIORSHOW Iconic, sum tú nokk hevur sæð á myndunum ;)
Tað sær akkurát líka út sum DIORSHOW Iconic Overcurl uttaná, men uppskriftin er ikki tann sama. Uppskriftin á hesari er enn betri og tað ger at vippurnur krúllar eitt sindur.
Á hesu myndini hevði eg smurt 1 lag á vinstra eyga og einki er á høgra.
Her havi eg 2 løg á vinstra eyga
Og 2 løg á báðum eygum. (Skuggin ger, at sær út til at vera meir á vinstra eyga)
Niðurstøðan er tann, at mær dámar betri hetta maskaraði enn DIORSHOW iconic Overcurl.
Um tú vilt vita meir um DIORSHOW Iconic Overcurl, trýst á linki:
http://asolmunde.blogspot.com/2013/03/diorshow-iconic-overcurl.html
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar