Líka miki, ein kann altíð vera fyririkaður til vári. Litirnir á klæðum verða sterkari, hárið ljósari og vit lata okkum i minni klæðir.
Summar dagar hevur ein ikki hug, orku ella tíð at leggja nógv ella farvuríkt makeup á. Teir dagarnir hava vit damir nokk allar. Tá er tað upplagt, at leggja natúrligt á eyguni og smyrja lit á varrarnir ístaðin.
Ein litur sum eg haldi er várligur, er koral. Fyri nøkrum árum síðan keypti eg ein koral varrablýant. Eg veit ikki, hví eg keypti hann, tí at eg havi ongantíð brúkt hann, og eg haldi, at hann er í so skríggjandi. Eg eri heldur ikki so djørv...
Eg kann gera ein annan blogg um, hvussu eg sá út aftaná at hava verið á Makeup Store.
Nú havi eg tikið blýantin framm aftur og eg haldi enn, at liturin er í so skríggjandi.
Her sært tú, hvussu liturin sær út einsamallur. Tað er alt ov turt at hava bert blýantin á. Liturin er eitt sindur dempaður út á myndini.
So eg fann nøkur lipgloss framm og brúkti tey saman. Eg havi koral undir øllum glossinum.
Her havi eg eitt klárt gloss við ljósareyðum skeri og glimmur í frá Wet 'n' Wild á.
Her havi eg havi eg eitt gylt gloss frá Loréal á.
Og á hesu seinastu mynduni havi eg eitt berjalit gloss frá Loréal á.
Nú hugsar tú kanska:"Hví brúka blýant undir?". Tá ið tú hevur blýant undir, heldur glossi ella varrastiktin longur :)1 gott tip ;)
Mær dámar best natúrligir litir á mínar varrar, men hasin berjalitin! Need I say more?
Mín ætlan fyri vár og summar er at brúk meir lipgloss ella varrastift. Kanska eisini í gerandisdegnum, men so verður tað nokk natúrligur litir.
Hvat heldur tú um hendan litin?
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar