16 marts 2013

Hesu fer fekk eg lagt makeup á!

"For meget og for lidt!"... 

Ein dagin fyri nøkrum árum síðan var eg í einum handli, sum selur makeup, fyri at fáa vegleiðing og ráð uppá, hvussu eg skuldi leggja makeup á til ein vanligan gerandisdag. 
Eg gleddi meg nógv og var spent, tí at hetta var ein dama, sum hevði útbúgvingina og tað hevði eg virðing fyri. Eg legði út við míni turru húð og fortaldi hana mítt ynski. Hon spurdi meg, hvønn lit hon skuldi brúka og býttisliga segði eg lilla. Lítið visti eg tá, at tann liturin ikki riggar so væl til blá eygu. Sjálvandi kann ein brúka allar litir, men um ein vilt hava sín eygalit at "pop", so skal ein brúka serligar litir. 

Hon legdi fult á og tað sá gott, meðan eg sæt har, men tá eg kom í dagsins ljós, broyttist mín meining heilt... "Hví?" Tað sært tú á myndunum!





Í hesum føri var tað "for meget!" 
Sjálv haldi eg, at eg síggi øðilig út á myndunum! Eg skammis næstan av at vísa tær myndirnar. Hetta var ikki mítt ynski! Millum annað riggar blush´ið ikki til mín húðlit, eygnabrýrnar síggja øðiligar út og hatta er nógv for nógv til mín gerandisdag! 
Tú sært ikki, at tað er koralblýantin á varrunum, sum eg nevndi í einum av mínum fyrru bloggum.
http://asolmunde.blogspot.com/2013/03/my-precious-coral.html


Av teimum vørum, sum hon legði á meg, keypti eg varrablýantin, foundation og andlitsmaskuna. Foundationi hava systi og eg brúkt bara fyri at brúka tað. Tað turkaði húðina. Varrablýantin havi eg ongantíð brúkt. Andlitsmaskuna havi eg enn og tað er nógv eftir av henni, so eg havi heldur ikki brúkt hana nógv...

Eg havi keypt fleiri vørur harfrá yvir tíðina og eg má siga, at eg eri skuffa av næstan øllum. Tað kann vera, at ein skal hava tað rætta undir, sum primara ella serum o.s.fr., men tað tími eg ikki at brúka pengar uppá...

Takk fyri, at tú læs mín blogg :) 
Hav ein góðan dag. 
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar