25 marts 2013

Babeliss Soft waves loose wave curling tong wand

Leingi hevði eg hugsað um at keypa mær eitt krúllujarn, men uppá ein máta hugsaði eg: "eg havi sjálv natúrligar krúllur, so hví skal eg?"

Eitt kvøldi fór eg inná ebay at hyggja at úrvalinum og prísinum á krúllijarninum. Eg fann útav, at tað er bíligari enn eg keyp í Føroyum, sum faktist ikki yvirraskaði meg. Eg kannaði fraktkostnaðin og um tey sendu henda veg. Eg visti, at eg skuldi halda mær undir 300 kr, um eg ikki vildi fáa toll omaná og eg vónaði ikki, at krúllijarni kom undir luksusvøru, tí at so hevði gatt-tollur komi omaná. Tað hevði verið durt! 
Tí pakkin kom til Føroyar, bóðu Taks sjálvandi (!) um faktura! Tíbetur kom ikki tollur á og sum hvørja fer eg keypa av ebay, er pakkin opnaður av Taks!

Í pakkanum var krúllijarnið sjálvt, ein handski og ein mátta.

Eitt kvøldi avgjørdi eg at royna tað :) Huff, eg brendi meg illa! Eg skal líka venja neg við at brúka tað. Hitin kann setast á minimum 165 stig og maksimum 210 stig.

Soleiðis sá hárið út aftaná eg hevði fønað tað.




Hetta bleiv so úrslitið :)


Her hevði eg ryst hárið

Eg eri glað fyri tað :)

Kostnaðurin var bleiv tíbetur ikki so høgur, £14,99 og £5,49, sum svarar til 137,7 kr og 45,93 kr :)

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan sunnudag.
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar