03 marts 2013

Diorshow iconic overcurl

Í seinastu viku fór eg í Matas fyri at keypa eitt maskara. Eftir at hava roynt eitt slag av Diorshow fyrr og dámdi tað væl, valdi eg at keypa Dior. Dior er av dýrara slagum, men av og á kann ein lova sær sjálvum okkurt gott ;)


Fleiri vóru at velja ímillum, men tað bleiv hendan. Søludaman segði, at hetta var tað nýggjast av slagnum. Eg vil ikki hava alt ov nógva fyllu.



Tað eitur DIORSHOW Iconic Overcurl. Uppskrift er ordiliga góð, bustin er rundað og á pakkanum sær tú, hvussu tú smyrt tað á.



Eg tók myndir fyri at vísa tær, hvørja effekt tað hevur. Á høgra eyga hevði eg einki á og á vinstra eyga hevði eg Dior maskara á. Tú sær tíðiliga mun á og at tað leingir vippurnar, men ger tær tó ikki serliga tjykkri.



Eg vil siga, at eg eri glað fyri tað. Vil eg hava eyka tjúkd, smyrji eg 1-2 eyka løg á. Eg dugi ikki at siga, um hon krúllar vippurnar. Eftir myndinum at døma, krúllast tær ikki.



Á hesu myndini hevði eg bert eitt lag á, eftirsum eg fór til arbeiðis. 

Kostnaðurin er 309 kr.

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde

Ingen kommentarer:

Send en kommentar