Eg ætlaði mær at leggja sama makeup á, sum eg vísti í seinasta bloggi, men eg átti einki silvur plagg, sum eg tímdi í og eg hevði ikki hug at fara í gull klæðir, og havi silvur á eygunum. So eg mátti finna uppá okkurt annað, og ikki tímdi eg út at keypa nýtt. Eg hevði heldur ikki so nógv við heimanífrá.
Tað endaði so við, at eg fór í eina myrkabláar cowboybuksir, svartan topp undir, gull topp yvir, svartan blazer, svartar wedgeboots og onga tasku. Tíverri havi eg ikki mynd av outfittinum, men eg havi av makeup, hárinum og oyraringunum.
Av tí at ein er úti á midnátt, visti eg, at eg fór at vera í húgvu. So eg gjørdi mær ikki so nógvan ómak við hárinum. Eg tímdi ikki heim aftur, at gera meg lidna, so úrslitið bleiv hetta.
Litirnir á eyguni vóru:
golden peach, matt brúnt, brúnt við glansi, gull glimmur, silvur glimmur og heilt lítið av svørtum.
Oyraringarnir keypti eg í Newcastle ella í Danmark. Eg dámi teir ordiliga væl, tí at teir eru rock/glam.
Her er linkið til seinast blogg av árinum 2013:
http://asolmunde.blogspot.com/2013/12/nyggjars-makeup-og-har-look-2013.html
Eg hevði eitt super gott nýggjar! :D

Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hopi, at tú hevur eitt gott twenty14
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar