Har er sera vakurt og vit vóru so heppin, at sólin skein :)
Vit gingu allan vegin út og har ótu vit matpakkan.
Tað komu fólk og tað fóru fólk, bæði føroyingar, danskarir, stór, smá og enntá eitt par við barnavogni.
Tá ið vit komu úr Kaldbalstunnilinum á veg suður aftur, var yvirskýggja! Eg hevði bestan hugin at venda við aftur...
Tak ikki okkara vakra land fyri givið!
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar