Dermalogiski læknin Christine Schrammek í Týsklandi frammleiddi kremið í 1950´inum. Upprunaliga var tað gjørt til persónar, sum høvdu verið undir lazer skurðviðgerd fyri at verja húðina og gera eitt sindur av liti. BB stendur fyri blemish balm og tað skal vera "multi-tasking", fuktgevandi, primeri, foundation og sunblocker.
BB Cream hevur verið heilt nógv brúkt í Asia síðan í 1980´inum, serastakliga av kendum filmstjørnum. Eisini mannfólkini brúka BB Cream har!
Aftaná at hava sæð nógv til BB Cream á youtube, fór eg inná ebay.com og kannaði kostnaður og frakt. Eg keypti eitt Skin79 Super+ BB Cream VIP Gold Collection fyri $17.99 (við frakti). Tað vóru 40 g í og pakningurin er penur.
Hetta er bara eitt slag. Tað er fleiri sløg, sum Garnier, Dior, Clinique o.a.
BB cream er eisini at fáa í Føroyum.
(Mynd tikin av google.com)
Her sært tú myndir áðrenn og eftir.
Uttan nakað
Við BB Cream
Fyrr helt eg, at eg sá grá út, men tað síggi eg ikki nú :) Ikki so gali, ha?
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde
Ingen kommentarer:
Send en kommentar