Kennur tú til, tá ið ein bara skal taka seg saman og fara at gera tað, sum ein ætlar sær? Grundin til at ein ikki fær tikið seg saman, er nokk tí at viljin ikki heilt er til staðar...
So eru tað kurar her og kurar der! Nær hava teir rigga? Í tí langa endanum, ongantíð.
Sum barn og ung var eg álaslonk. Eg var altíð aktiv, var nógv úti og eg íðkaði ymskan ídrótt, men tó ikki í senn.
Tað var ikki fyrrenn eg koma saman við sjeikinum, at eg fór at taka uppá. Har komu 5 kg uppá. Meðan eg gekk á Miðnámskúlanum, tók eg 10 kg uppá og hini 5 kg komu uppá av wienerbreyð og pizza. Tilsamans havi eg tikið 20 kg uppá yvir fleiri ár..!
Í oktobur í 2011 teknaði eg meg sum lim í Vælveru Fitness gjøgnum arbeiðsplássi hjá mær, við tí endamáli, at eg skuldi ordiliga taka meg saman og fara at venja. Men so langt kom eg slett ikki.
Eg helt sjálv, at tað var langt úti av mær og eg dámdi ikki, hvussu eg hevði lati meg sjálva farið og hvussu eg sá út kroppsliga! T.v.s at eg havi goldið limagjald í yvir 1 ár uttan at hava verið og vant! Vánaligt av mær, eg veit...
Tað hevði verið so nógv nemmari, at havt onkran við sær, sum skumpaði undir ein og motiveraði ein, men tað hevði eg ikki.
Eg vandi 1 sindur yvir alt seinasta ár, men tað var ikki nokk til at eg bleiv bitin og hekk í. Eg helt, at eg kundi venja og eta alt, sum eg vildi og fáa gott úrslit, men soleiðis er tað ikki!
Nú kann eg siga, at tann trupulleikan hevði eg! Í januar í ár fekk eg tikið meg saman! Eg hevði enn ongan at koma við mær, men eg fór allíkavæl! Eg fekk rundvísning og 1 program at venja eftir, og so í gongd fór eg. Tað var ringt at byrja, men tað bleiv skjótt ein vani og aftaná 2 vikur sá eg longu mun! So bleiv eg bitin av tí.
Eftir at hava vant í umleið 4-5 vikur, fekk eg ein partnara. Eg var ikki eingongd noydd til at lokka hana, hon vildi tað sjálv. Vit venja 4-5 ferir um vikuna.
Eg gloymdi at taka eina myndir av mær áðrenn eg byrjaði at venja! :(
Myndin til vinstru er tikin í august í 2013. Eg vænti ikki, at tað hevur verið nógvur munur á mær í august 2013 og januar 2014, men tað dugi eg so ikki at siga.
Myndin til høgru er tikin í mars 2014. T.v.s. at uppá 9 vikur (frá eg byrjaði at venja í jan) hevði eg ikki tapt meg nakað serligt í kg, men 21 cm! Persónliga haldi eg, at tað er flott klárað og eg eri stolt av mær sjálvari. Tað sæst týðiligur munur á myndunum.
Tað skal sigast, at eg ikki bara venji, men eg havi broytt lívsstíl. Eg er næstan givin at eta ósunt og góðgæti. Eg haldi tað til eina fer um vikuna! Eg eti ikki eplir. Eg eti bara groft pasta og rís, men ræðuliga sjálvdan. Í staðin eti eg kókað brokkoli, blommkál og gularøtur.
Sjeikurin væntaði, at hesar matbroytingarnir fóru at ganga útyvir hann og tað vildi hann ikki. Hann hevði ikki hug a eta slankimat og hann byrjaði at taka syld í sær sjálvum. Men hann fann skjótt útav, at tað var ikki so nógv øðrvísi og at tað smakkar væl. Onkrar dagar, tá eg havi havt góða tíð, havi eg gjørt døgurðan uppá 2 ymiskar mátar.
At enda skal eg siga, at um tú ynskir at tapa teg, MÁST tú gevast við at eta alt ósunt. Broyt lívsstíl! Et 6 máltíðir um dagin! Tú tekur ikki 5 kg uppá uppá onga tíð. Tú mást arbeiða fyri at fáa tað av aftur! Ikki, um tú hevur eina super góða forbrenning, men tú sært mín point.
Ert tú virkiliga klár/klárur yvir alt tað ósunna, sum tú etur?! Um ikki, ger eina matdagbók, so finnur tú útav tí.
Eg havi tað nógv betur við meg sjálva. Eg eri glaðari og sjeikurin er eisini glaðari. Eg eri blivin klænri. Eg eri blivin fastari og eg eri farin 1-2 støddir niður í klæðum.
Eg havi arbeitt hart fyri hetta og tað er tað vert! :D
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Vónandi fekst tú íblástur til at liva betur og at vera sunnari :)
Spyr endiliga, um tú hevur onkran spurning :)
@solmunde