Systur mín nevndi fyri mær ein dagin, at um hon skuldi sovað hjá okkum, hevði hon gjarna vilja havt eina gardinu upp í lítla kamar. "Ups!" hugsaði eg beinan vegin, tí at tað hevði eg slett ikki hugsa um, eftirsum vit ikki brúka tað kamari og Babba hevði einki sagt um tað.
So skrivaði hon til mín fyrr í kvøld og spurdi, um hon kundi sova her og sjálvandi segði eg ja. Tá kom eg í tankar um hasa gardinuna! So eg skundaði mær uppá at leita eftir tøji.
Hetta er tað eg fann :p
Bleytt hør og hvítt silkiband
Hetta er vindeyga, ið eg skal seymað eina gardinu til.
Aftur hesa fer var mín trustly helper hjá mær ;)
"Huff..!" segði eg bara. Hatta tøji var ikki skeg at arbeiða við...
Hetta er so úrslitið :)
Silkibandi ger, at hon bleiv eitt sindur romantisk og fitt. Hon var nemm at gera og kundi verið gjørd betur, men vit fáa vónandi ikki brúk fyri henni leingi afturat. Eg eri væl nøgd :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde