At ganga við nude varrum, kann vera damn sexy!
Mær dámar væl at hava litir á varrunim, men til gerandisdagin dámar mær best at vera glossy nude :) Eg brúki nógv feittstift, vegna turrar varrar og tær liggjandi allastaðni, men tað er ikki serliga glam ;)
Eg havi roynt fleiri sløg, tó ikki øll sjálvandi, men ongantíð havi eg verið so glað fyri nøkur onnur lipgloss! :)
Eg keypti ein pakka við 3 í. Øll eru semi-nude. Lip glossini eita NYX Butter Gloss. Tað er so lekkurt at smyrja á, bleyt og lukta ordiliga væl! Tey halda nógv longur enn feittstiftin ger!
Eg fór á ebay og fann teir litirnir eg vildi hava og trýsti á Buy this. Tað kostaði mær 19,85 dollars, 10 fyri lip glossini og 9,85 fyri frakt. Tað er tils. 111,65 kr :)
Eg eri glaðast fyri tað mittasta, tí at tað líkist mínum varraliti. Eg vanti ikki, at eg fari at brúka tað eina so nógv vegna litin (lilla), men hinar báðar havi eg longu brúkt nógv.
Eg fari avgjørt at keypa hetta aftur :)
Takk fyri, at tú læs mín blogg ;)
Hav ein góðan dag.
@solmunde