Fríggjadagin vóru vit aftur í Miklagarði (sum vit ofta eru, tá ið vit ætla at gera onkran lekran mat). Hesu fer skuldi tað vera okkurt ordiliga lekkurt, so vit valdu tournedos (ella var tað medalion, eg minnist ikki og faktist kenni eg ikki mun) og rómabakaði eplir. Salat vildi eg hava, sjálvt um sjeikens ikki leggur nakað í salat. Viðmerkjanst skal, at hann faktist fekk sær eitt sindur!! :p
Ætlanin var ikki at eta forrætt, men sjeikens fór ein túr "í frystiboksina" og har fann hann mini hummarir (sum vit fyrr høvdu keypt. Frá? Gita! Jep, Milkagarði) :p So tað máttu vit also eta tað kvøldi ;) Flytes og heimagjørt hvítleykssmør afturvið sjálvandi ;)
Meðan sjeikens gjørdi forrættin, stóð internetradio frá og støvsugaði eg húsið. Góð oðrning, ha? ;) Tað var hvíttvín afturvið førrættinum, eftirsum at tað var vikuskifti :) Vouvray eitur tað, milt og søtt. The way I like it...
Eg loyvi mær at siga: "OMG!!!" Tað smakkaði sooo væl og tað smakkaði av meir, (sum mamma plagdi at siga).
Aftaná høvdu vit eina pausu og hugdu á endanum av X-factor. Eg má siga, at eg eri eitt sindur kedd av, at ein ikki sær tey kiksaðu og tey, sum ikki duga at synga longur! Eg vænti ikki, at eg eri tað einasta, sum heldur tað, ha?
Anyway, meðan sjeikens so gjørdi høvðusrættin, sæt eg við míni iPhone og Draw Something :) Hevur tú eina smartphone ella iPhone, FÁR TÆR Draw Something! Tað er skeg :)
Salatin (rucola, feta, piparfrukt, reyðleyk of sweet chilli sout omaná) og rómasósin vóru afturvið, heimagjørt sjálvandi, øðrvísi kann ein ikki gera tað!
Enn eina fer má eg endurtaki meg sjálva ;) "OMG!!!!" :D Nokk sagt, ha? :)
Úrslitið? Tað er hetta!! :p
Mangan takk my love :*
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde