Sum tú sært á yvirskriftini, keddi eg meg. Klokkan var lítið og eg hevði ikki hug at hyggja at sjónvarp.
Eftir sum Halloween er um hjørni, valdi eg at brúka litir og best máti at brúka litir uppi á, er tað leggja myrkt undir. Eg legði so fyrst NYX Jumbo Eye Pencil liturin Slate á og smurdi tað út.
Síðani legði eg ein ljósareyðan lit (frá Nee) mitt á eygnalokini, ein bláan lit (frá Gosh) uttast og Moondust (frá Makeup Store) innast.
Undir eyguni legði eg ein vátan bláan glimmurlinara.
Eftir vippunum og í eyganum legði eg svarta kohl og at enda maskara og falskar vippur. Vippurnar eru keyptar í H&M fyri 39,95 kr og Duo Lash Adhesive frá ebay (minnist ikki kostnaðin, men tað var undir 100 kr).
Eftirsum eyguni eru so dramatisk og myrk, eru varranir bart húðlit.
Her er úrslitið...
Tað var myrkt út og ljósi frá eini peru, ger myndina heldur gula enn nakað annað. So eg var noydd til at brúka blitsi. Sum tú sært, blendar blitsi! Uttan blits var hetta "look´ið" nokk so myrkt. Sjeiken segði, tað var dramatiskt hehe...
Her sært tú, hvat eg meini við við ljósinum frá eini peru.
Jumbo Eye Pencils frá NYX keypti eg í fjør frá ebay fyri ein lítlan penga. Tað vóru 6 í pakkanum og allir hvør sín lit. Eg havi næstan einki brúkt teir, tí valdi eg ein av teimum í kvøld.
Takk fyri, at tú læs mín blogg :)
Hav ein góðan dag.
@solmunde