Fríggjadagin hevði eg lagt ordiliga pent makeup á meg og hevði ikki roynt akkurá tað fyrr, so eg tók nakrar selfies.
Tá eg hugdi aftur á tær, vóru myndirnar slett ikki so góðar og tað gjørdi meg kedda, tí at eg vildi vísa, hvussu úrslitið bleiv og hvat eg dugi, men við tíðlíkum myndum, what's the point?!
Tá eg hugdi aftur á tær, vóru myndirnar slett ikki so góðar og tað gjørdi meg kedda, tí at eg vildi vísa, hvussu úrslitið bleiv og hvat eg dugi, men við tíðlíkum myndum, what's the point?!
Desi vísti í einum av hennara filmum, hvussu ein skuldi taka selfie og tað sum hon segði, hevði eg ongantíð hugsa um tað. Myndatólini framman og aftan hava ikki somu góðsku. Hon hevði eina iPhone 5S.
So eg avgjørdi at royna tað, sum Desi segði. Hald meg til góðar, eg var sjúk hendan dagin.
Eg tók fyrst eina mynd av mær við tí fremra myndatólinum á mínari iPhone 4S og hon sá soleiðis út.
Aftaná tók eg eina mynd við myndatólinum, sum var aftanfyri og hon sá soleiðis út.
Sum tú sært er tað ein øðiligur munur! Eg hugsaði ofta um, hvussu reyð eg sá út á myndinum! Eg havi einki makeup á andlitinum hesum myndinum.
Eg veit ikki at siga, um tað er soleiðis við øllum iPhones, men tað er við 4S.
Eg veit ikki at siga, um tað er soleiðis við øllum iPhones, men tað er við 4S.
Tað kann vera ringt at taka eina selfie við tí aftara myndtólinum, men tú kanst halda einum lítlum spegli aftanfyri tlf. Soleiðis sært tú, um tú ert í fokus og í rammuni.
Eg veit, at eg ikki fari at taka selfies við framra myndatólinum aftur! Royn tú tað og sig mær frá, hvussu títt bleiv og hvørja tlf tú hevur :)
Hopi, at tú hevur lært okkurt :)
Hav ein góðan síðsta dag á Ólavsøku.
@solmunde