Eina løtu aftaná tey vóru komin, fyrislóð eg ein gongutúr. Mamma var við uppá tað beinan vegin, men Babba lá og hugdi at fóltbólti, so hann hevði ikki tíð -.- Av tíð at Babba ikki kom við, kom sjeikurin heldur ikki...
Oh well, so fóru Mamma og eg. Vit gingu til vit komu til arbeiðsplássi hjá mær, so fekk eg tað geniala hugskoti at fara at hoppa í trampolin :D Mamma hevði ikki roynt fyrr, so hon bara fneis :p So gjørdu vit :D Hennara orð aftaná: "Eg visti ikki, at tað var so hart" hehe... Vit gingu so víðari...
Komin heim aftur, helt eg tað var tíð til okkurt lekkurt :D Tað bleiv til Tiramizu v/kaffi & jorðberðum í 1 vínglas, sum eg hevði gjørt, áðrenn tey komu. Uhmmm tað smakkaði væl!! :D 1 sindur sterkt av kaffismakki og søtt av jorðberðunum :D Uppskrigtin er til 4 fólk.
Tú skalt brúka:
2 past eggjablommur
2 spsk sukur
3-4 tsk instant kaffi
100 g mascarpone
1 dl av róma
10-12 ladyfingers
1 dl av sterkum kaffi
100 g av jorðberðum
Pynt:
Knúst ladyfingers
Píska eggjablommurnar, sukuri og instant kaffi til krem í umleið 5 min. Píska síðani varðisliga mascarpone í. Píska rómar í einum øðrum fati, ikki stívt, og vend tað síðani í kreminum. Koyr kremi í ein sproytiposa og tak 4 víngløs. Brót 1 ladyfinger í hvørt glas og sker jorðberðinum í skivar. Stoyt eitt sindur av kaffi á hvønn ladyfinger, koyr síðani eitt sindur av kreminum í, del 1/2 av jorðberðinum í glasi og endurtak. Pynta síðani við knústum ladyfingers. Tá tú ert liðug/ur, set í køliskápi í minst 2 tímar áðrenn etið verður.
P.S. Eg gjørdi ikki heilt eftir uppskrift. Eg brúkti 250 g mascarpone, 14 ladyfingers og 2-2 1/2 dl kaffi. Eg koyrdi 1 sindur av sitrónlikør í kaffi og dippaði ladyfingers í tað, og eg brúkti ikki knúst ladyfaingers pynt, men jorðberð. Eg brúkti ikki sproytiposa, ikki 100 g av jorðberðum og ikki víngløs.
Vælkomin til at geva feedback.
Takk fyri, at tú læs mín blogg og hav ein góðan dag :D
@solmunde
Kelda: Isabella, Vild med hverdagen
hattar sær mega mega lekkurt út MUMS! eg má fara at prøva
SvarSletOMG hattar sær mega leskiligt út, eg doyggi her, MUMS :)
SvarSlet